FM Talv 98, Heini nýggjur oddafiskur

Tap er í hendi hjá John Arna Nilssen í fimta umfari, og mest sannlíkt er nú, at Heini Olsen tekur leiðlsuna.

Landsliðsbólkurin


Talvið hjá John Arna Nilssen ímóti Flóvini Þór Næs í fimta umfari varð niðurlagt í kvøld kl. 20.10. Flóvin stendur betri, og flestu tykjast at vera á einum máli um, at hann hevur góðar møguleikar at vinna. (Sí talvið í aðrari grein)


Tapir John Arni verður Heini Olsen einsamallur á odda í landsliðsbólkinum. Heini vann í dag trygt móti Tummas Martini Anthoniussen - hetta var fjórði sigurin á rað!


John Rødgård mátti aftur í dag taka til takkar við javnleiki. Mótstøðumaður hansara, Eyðun Nolsøe, hevði ein lítlan fyrimun tað mesta av talvinum, og hevði havnað eitt remistilboð fyrr í talvinum, men tók av, tá John beyð remis á øðrum sinni.


1. bólkur.


Í 1. bólki er Pól Martin Hanse úr KT á odda við 4,5 stigi. Hann vann ídag toppdystin ímóti Finnbjørn Vang úr KTF.


2. bólkur


Í 2. bólki er Bernhard Augustinussen úr Sandavági klárt á odda. Hann er tann einasti sum higartil hevur fult stigatal í kappingini, 5 stig. Næstir honum eru Ingi Kirke úr HT og Símun P. Anthoniussen út KTF við 4 stigum.


Unglingar


Í unglingabólkinum eru tríggir á odda við 4 stigum hvør. Teir eru, Føroyameistarin frá ífjør Eyðálvur Johannesen úr Kollafirði, Ingolf Gaard úr Klaksvík og Olaf Berg úr Havnini.