Talv
Vestmanna Talvfelag varð stovnað 1. apríl 1951. Fyrsti formaður felagsins var Magnus Petersen, vanliga nevndur doktarin. Stórur áhugi var fyri talvi í bygdini, og á stovnandi aðalfundi vóru frægir menn til staðar, eitt nú Hans Petersen, Olaf Durhuus og Samson Højgaard.
Felagið hevði ikki egin hølir, men telvað varð av fyrstan tíð í gamla skúlanum. Skjótt mentist teir sum telvarar, og longu í 1954 vunnu teir tiltikna Wood-borðið í harða kapping við havnarliðið, og síðani eru fjúrtan meistaraheiti follin til vestmenningar, ellivu í Wood-kappingini, og trý í FM liðkappingini. Tað seinasta varð í 1992.
Í 50´unum og 60´unum mundi VT helst vera sterkasta felag í landinum.
Vestmenningar eiga tríggir føroyameistarar; Hans Petersen í 1972, John Jacobsen í 1978 og John Rødgaard í 1998. Mest tiltiknu talvfamiljurnar í Vestmanna mugu vera Durhuus- og Højgaard familjurnar
Eitt virkið felag
Verulig gongd er komin í felagslívið aftur í VT, har nógvir møta til talvkvøldini, ung sum gomul, og eisini eru teir vælmannaðir í liðkappingini við trimum liðum.
Málsetningur teirra í ár er at endurvinna FM-heitið frá 1992, og at hjálpa teimum í ár hava teir fingið Torbjørn Thomsen við á liðið og eru teir sostatt sera vælmannaðir við John Rødgaard, sum í nógv ár hevur telvað við liðnum og Torbjørn á fremru borðunum. Tað verður tó tungt hjá teimum at náa hesum máli, men enn hava teir møguleikan.
Felagið heldur til í dag í hølunum hjá Vestmanna Arbeiðarafelag, og hevur hetta roynst væl.
Formaður felagsins er Jón Mikkelsen, kassameistari er John Jacobsen, meðan Kári Durhuus, Jákup Á. R. Andreasen og Hanus S. Jóanesarson eru nevndarlimir.
Krútsterkur landsliðsbólkur
Hesi seinastu árini er landsliðsbólkurin verið mannaður av nærum øllum topp tíggju telvarnum, og í ár verður helst einki undantak. Teir sum longu hava játtað eru John Rødgaard, Ólavur Simonsen, Heini Olsen, Eyðun Nolsøe, Rani Nolsøe og ungi Martin Poulsen, sum í fjør tryggjaði sær luttøku í landsliðsbólkinum við at vinna fyrsta bólk, men sum eisini hevur ratingina til tess.
Føroyameistarin frá í fjør, Flóvin Tór Næs hevur givið avboð. Síðani er ivamál um John Arna Nilssen og Torbjørn Thomsen, men vestmenningar arbeiða hart fyri at fáa hesar sterku menn við í hópin.
Teir sum ikki fara at røkka einum plássi í ovasta bólki, telva í opnum almennum bólki, eins og í fjør. Unglingabólkur verður sjálvsagt, og serligur veteranbólkur verður afturvendandi, har hesar gomlu kjempur fara at telva seks stutt talv yvir tríggjar dagar.
Alt í alt sera áhugavert, og spurningurin er um vestmenningar megna at samla sterkasta landsliðsbólk nakrantíð. Sum skilst vera sera góðar virðislønir lætnar í ár.
Tilmelding
Telvað verður í døgunum 7 ? 14. apríl í Vestmanna skúla. Tó telva veteranarnar bert 12 ? 14. apríl.
Seinasta freist at boða frá luttøku er 4. apríl. Tilmelding fer fram at flyta luttøkugjaldið á konto 4926112 í Føroya Sparikassa ella konto 4317698 í Føroya Banka. Luttøkugjaldið er 350 kr. í landsliðs- og almenna bólkinum, og 200 kr. fyri unglingar og veteranar.
Eisini fer at bera til at tekna seg á www.faroechess.com.