FM1: 07 Vestur reið stormin av í seinna hálvleiki

(FM1) Hoyr Martin Tausen hjá 07 Vestur og Sølva Vatnhamar hjá Víkingi seta orð á 1-1 javnleikin á Dungasandi

Savnsmynd: 07 Vestur

##med2##

 

1-1 Javnleikurin millum 07 Vestur og Víking á Dungasandi í Sørvági var góður fyri 07 Vestur, ið við 22 stigum nú hevur fimm stig niður til niðurflytingarstrikuna, har B68 liggur við 17 stigum. Javnleikurin kom illa við hjá Víkingi, ið aftaná 1-0 sigurin hjá KÍ á Skála nú aftur er níggju stig aftanfyri KÍ áðrenn liðini møtast við Djúpumýru komandi sunnudag klokkan 15.

 

07 Vestur-Víkingur 1-1 (1-0) 

 

1-0 Mads Borchers br. (41.) 

 

1-1 Finnur Justinussen (76) 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar, ið vóru við Martin Tausen hjá 07 Vestur og Sølva Vatnhamar hjá Víkingi í "Triðja hálvleiki" á FM1. 

 

Martin Tausen er sera fegin um javnleiki, tí teir hjá 07 Vestur vóru undir stórum trýsti í seinna hálvleiki.

 

Sølvi Vatnhamar staðfestir, at tað vóru teir mongu brendu málmøguleikarnir, ið spiltu spælið hjá Víkingi í dag. Sølvi vónar kortini, at Víkingur kann koma sterkt aftur í komandi viku, har fyrst ein fyrra hálvfinala móti HB bíðar í Sarpugerði mikukvøldið, og oddauppgerð móti KÍ í Klaksvík komandi sunnudag. 

 

Savnsmynd: 07 Vestur

Samrøður: Martin Tausen og Sølvi Vatnhamar

Samrøður: Martin Tausen og Sølvi Vatnhamar