##med2##
NSÍ hevur vanliga gott tak á EB/Streymi í landskappingini, men í steypakappingini í kvøld gekk tað als ikki líka lætt hjá runavíkingum at knógva sundalagsmonnum.
Tað kravdi bæði longda leiktíð og eina brotssparkskapping áðrenn NSÍ-arnir kundu fegnast um eitt pláss í fjórðingsfinalunum.
EB/Streymur - NSÍ 1-1 (1-0) 5-6 eftir brotssparkskapping
1-0: Teitur D. Olsen
1-1: Petur Knudsen
Brotssparkskapping
2-1: Símun Sólheim
2-2: Jann Benjaminsen
2-2: Ragnar B. Danielsen misnýtt brotsspark
2-3: Klæmint A. Olsen
3-3: Hjalti K. Djurhuus
3-4: Jann Martin Mortensen
4-4: Andras Ó. Olsen
4-5: Aron Knudsen
5-5: Árni G. Olsen
5-6: Rógvi Egilstoft Nielsen
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Glenn Ståhl, høvuðsvenjara hjá NSÍ aftaná drúgva dystin við Margáir.
Glenn Ståhl er sera nøgdur við brotssparkskappingina, har spælararnir hjá NSÍ vóru upp til sítt besta, og hann er glaður fyri at vinna seg víðari í steypakappingini. Men sjálvan dystin er Glenn ikki nøgdur við. Hann heldur, at NSÍ avrikaði leikliga undirmiðal í kvøld, og hann sigur, at tað má hann eisini taka við í eftirmetingini av dystinum.