FM1: B36-Viborg 1-2 (0-0) Hoyr málini og samanumtøku

(FM1) Hoyr Oddbjørn Joensen taka samanum eitt góðkent B36-avrik í seinna dystinum móti Viborg FF

Mynd: Scanpix

##med2##

 

Viborg vann eisini seinna dystin móti B36 í triðja undanumfarinum í Europa Conference League, tó munandi teprari enn á heimavølli, og hevði B36 fingið ein javnleik og stig til føroyska roknskapin hevði tað ikki verið forborgið.

 

B36 – Viborg 1-2 (0-0) - Viborg vinnur samanlagt 5-1, og møtir West Ham United í Play Off umfarinum til Europa Conference League.

 

0-1: Nils Mortimer 64.

 

1-1: Michal Przybylski 79.

 

1-2:  Alassana Jatta 86.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin, Trónd Arge og viðmerkjaran, Oddbjørn Joensen siga frá teimum trimum málunum.

 

2) Hoyr Oddbjørn og Trónd taka samanum eitt góðkent B36-avrik, har serliga fyrri hálvleikur stóð sterkur í myndini. Tað manglaði bara, at B36 fekk stig. 

 

Mynd: Scanpix

B36-Viborg 1-2 (0-0) - Hoyr málini og samanumtøku

B36-Viborg 1-2 (0-0) - Hoyr málini og samanumtøku