FM1: B68-HB 1-1 - Mál og samrøður av Svangaskarði

(FM1) Hoyr málskjúttan hjá B68, Sebastian Lau Nielsen og høvuðsvenjaran hjá HB, Kim Engstrøm seta orð á javnleikin á Svangaskarði

Savnsmynd

Savnsmynd

##med2##

 

B68 - HB 1-1 (0-0)

 

0-1: Pætur J. Petersen (85.)

 

1-1: Sebastian Lau Nielsen (93.)

 

Sigursrøðin hjá HB steðgaði móti B68 á Svangaskarði á Toftum í dag. Hetta iðrar høvuðsvenjarin hjá HB, Kim Engstrøm seg um. Kim viðgongur, at tað var eitt vánaligt avrik hjá HB, har HB helst ikki hevði uppiborið at fáa stig.

 

Sebastian Lau Nielsen er toppskjútti hjá B68, og toppskjútti í Betrideildini við fimm málum í fýra dystum. Sebastian fegnast um, at B68 heilt móti endanum fekk bjargað sær eitt stig. Sebastian sigur seg dáma væl avbjóðingina í bestu føroysku fótbóltsdeildini, ið hann heldur vera á hægri støði enn triðbesta deildin í Danmark, har hann áður hevur roynt seg.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Petur Asbjørn Lervig, frásøgumann hjá FM1 siga frá báðum málunum. Hoyr eisini samrøðurnar Petur Asbjørn gjørdi við Sebastian Lau Nielsen og Kim Engstrøm. 

 

Savnsmynd

Savnsmynd