##med2##
Tríggjar ferðir var B68 á odda móti Víkingi á Svangaskarði, men liðið úr Eysturkommunu megnaði at svara aftur hvørja ferð í málríka 3-3 javnleikinum millum liðini.
B68-Víkingur 3-3 (2-1)
1-0 Ragnar Samuelsen (1.)
1-1 Jákup Johansen (4.)
2-1 Mohammed Samba (23.)
2-2 Olaf Bárðarson (59.)
3-2 Villiam Emil Klein (69.)
3-3 Sølvi Vatnhamar (73.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Jákup A. Olsen siga frá málunum í dystinum.
2) Hoyr Jákup taka samanum dystin.
3) Hoyr samrøðuna Rúni gjørdi við liðskiparan hjá B68, Aleksandur Ó. Jensen.
4) Hoyr samrøðuna Rúni gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Jóhan Petur Poulsen.