FM1: Champions League radio úr Klaksvík

FM1 sendir frá søguliga dystinum í Klaksvík og byrjað verður longu klokkan 13

Fríggjadagin verður ein søguligur dagur í Klaksvík, tá KÍ á fyrsta sinni skal spæla evropesiska dyst við Djúpumýrar. Fyrstu fyrstu ferð í 20 ár skal KÍ spæla í Champions League og mótstøðuliðið er Slovan Bratislava úr Slovakia.

FM1 verður á staðnum og fer at senda beinleiðis frá dystinum. Byrjað verður longu klokkan 13 við einum serligum Fótbóltspanelið um KÍ. Her verður millum annað ein samrøða við Mikkjal K. Thomassen, um týdningin av at KÍ spælir sínar evropesisku heimadystir í Klaksvík, hvussu KÍ ætlar at takla Slovan Bratislava og hvørjar vónir hann hevur til uppgerðina.

Gestir í sendingin verða millum annað borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, formaðurin í KÍ, Tummas Lervig og fyrrverandi spælararnir Olgar Danielsen, sum hevur eina heilt serliga søgu í evropesiskum høpi, Jan Andreasen og Rógvi Jacobsen, sum á hvør sín hátt hava nógv at fortelja um. Jan Andreasen er pápi Jákupi Andreasen, sum verður liðskipari í søguliga dystinum fríggjadagin.

##med2##

Eftir tíðindini klokkan 15 verður gesturin Jákup Ósá, ítróttarskrivari hjá Norðlýsinum og eigari av fótbóltsheimasíðuni, bolt.fo. Her verður farið í fleiri smálutir í dystinum. Frá klokkan 16.30 verður sent beinleiðis frá vøllinum. Dysturin byrjar klokkan 17. Eftir dystin verða reaktiónir og ein lítil Champions League 3. Hálvleikur.

Champions League 1. umfar:

Fríggjadagin 19. august

KÍ-Slovan Bratislava (19.00) Beinleiðis á FM1

Champions League 2. umfar:

Young Boys – KÍ/Slovan Bratislava