##med2##
KÍ hevur ikki latið mál inn í 763 minuttir í Betrideildini, men í kvøld máttu teir fara av vøllinum uttan at skora, og tí gjørdist talan um annan javnleikin hjá KÍ hetta kappingarárið.
B36-KÍ 0-0
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við ein vónbrotnan B36-venjara, Dan Brimsvík. B36 spældi 11 móti 10 í meira enn ein hálvleik, og tað fingu teir alt ov illa gangnýtt.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við liðskiparan hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen sum var foreintur við at fáa eitt stig við sær til Klaksvíkar aftur. Jákup heldur, at KÍ við 10 monnum móti 11 spældi sera væl í kvøld.