FM1: Dystarendin og samanumtøka Neistin-VÍF 23-29 (13-13)

(FM1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum, og hoyr Claus Rasmussen taka samanum dystin Neistin-VÍF 23-29 (13-13)

VÍF sementeraði oddasessin í Okkara-deildini við einum rættiliga tryggum 29-23 sigri á Neistanum í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum. Claus Rasmussen var viðmerkjari.


2) Hoyr Sjúrð og Claus taka samanum dystin.

Claus Rasmussen tilskrivar sterka málverjanum hjá VÍF, Mladen Mjerimacka størsta heiðurin fyri, at tað bleiv so samanumtikið sannførandi hjá vestmenningum ímóti Neistanum í dag. Claus greiðir eisini frá, at sálarliga hevur hesin sigurin hjá VÍF stóran týdning, tí tað hevur verið heldur langt ímillum sigrarnar hjá VÍF ímóti Neistanum seinnu árini.

HERber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá VÍF, Sjúrður Olsen.

HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá Neistanum, Tróndur Kragesteen.

Í morgin klokkan 16 tekur Kyndil ímóti StÍF og H71 tekur ímóti Team Klaksvík.

StøðanDystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF5138116229
 KYNDIL5118104146
 NEISTIN512111386
 H7149192-14
 KÍF5118120-23
 STÍF493110-172
 TEAM KLAKSVÍK491115-242