Seinni í dag sigur FM1 beinleiðis frá bæði fótbólti og frá hondbólti.
Klokkan 15 sigur Tróndur Arge beinleiðis frá dystinum í Hólmanum á Eiði millum EB/Streym og ÍF, ið verður fyrsti dysturin í Betrideildini hjá monnum í ár.
Klokkan 18 sigur Sjúrður H. Hoydal beinleiðis frá dystinum í Burn Mansdeildini millum KÍF og H71, har H71 hevur brúk fyri stigum fyri at økja um fjarstøðuna til Team Klaksvík í stríðnum tað fjórða FM-hálvfinaluplássið.
Samrøður við umboð fyri EB/Streym, ÍF, KÍF og H71 koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.