Føroyar hava bara vunnið ein sigur í Nations League higartil.
Tað var í okkara fyrsta Nations League dysti nakrantíð. 8. september í 2018 vunnu Føroyar aftaná ein rættiliga góðan dyst 3-1 á Malta. Vit fingu tvey stig aftrat í kappingini, javnleik 1-1 á Malta og ein góðan 1-1 javnleik á heimavølli móti einum sterkum liði úr Kosovo.
Føroyar – Malta 3-1 (2-1)
1-0. Jóan Símun Edmundsson, 31′
2-0: Rene Shaki Joensen, 38′
2-1: Michael Mifsud, 42′
3-1: Hallur Hansson, 52′
HER ber til at hoyra úr savninum hjá FM1: Fyrsti Nations League sigurin hjá Føroyum 8/9 - 2018 - hæddarpunkt og samrøður frá FM1. Tróndur Arge segði frá, og Heðin Askham var viðmerkjari hjá FM1 hendan dagin. Vit hoyra føroysku málini í 3-1 sigrinum, og samrøður við Atla Gregersen, liðskipara, Jóan Símun Edmundsson, Brandur H. Olsen, Gunnar Vatnhamar og Lars Olsen, landsliðsvenjara. Vit hoyra eisini André Olsen, fótbóltsviðmerkjara seta orð á góða sigurin.
Klokkan 19.45 í kvøld sigur Tróndur Arge beinleiðis frá Nations League dystinum móti Malta, ið verður leiktur á Tórsvølli uttan áskoðarar.
Tróndur Arge og Heri Simonsen senda upptakt á FM1 frá klokkan 15.10.
Øll kunnu hoyra FM1 HER
##med2##