FM1: Endurhoyr drama´ið um spøkilsismálið Neistin-VÍF 11. oktober

(FM1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal og viðmerkjaran, Claus Rasmussen siga frá dramatisku og margháttligu hendingini meðan hon fór fram.

##med2##

Eftir at Ítróttadómstólurin hjá ÍSF hevur staðfest, at dysturin millum mansliðini hjá Neistanum og VÍF skal spælast umaftur, hevur Kappingarnevndin hjá HSF ásett dystin at verða mikudagin 16. desember klokkan 20.

Tað var 11. oktober í høllini á Hálsi í Havn, at dysturin millum Neistan og VÍF endaði 35-35 ella 34-35 til VÍF.

Tá støðan var 28-30 kom knappliga ein longri steðgur. Tað var sum til eina fínteljing til løgtingsval, tá dómaraborðið mátti fíntelja hvussu nógv mál vóru komin í dystinum.

Tá loksins var fíntalt var støðan broytt til 29-30, og hetta eina málið ger, at Neistin kundi knógvað heim ein javnleik í teimum doyggjandi sekundunum.

VÍF kærdi tilburðin til HSF. 

Tá liðini møttust í Vestmanna 15. november "hevndi" VÍF seg við góðum humori á máltalvuni:

##med3##

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá 11. oktober: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal og viðmerkjaran, Claus Rasmussen siga frá dramatisku og margháttligu fínteljingini meðan hon fór fram.

2) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá dramatiska dystarendanum.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Paula Høj hjá Neistanum.

4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Filip Jojic, ið skoraði 12 mál fyri VÍF. Filip sigur seg ongantíð hava upplivað nakað liknandi sum við málfínteljingini í høllini á Hálsi 11. oktober. 

 

(Tá Neistin og VÍF møttust 11. oktober og spøkilsismálið kom fyri)