FM1: Fótbóltsvenjarafelagið vitjaði Fótbóltspanelið í Rásarúminum

(FM1) Áki Johansen og Frankie Jensen vóru gestir hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum í dag

Mynd: Tróndur Arge

Mynd: Tróndur Arge

Áki Johansen og Frankie Jensen frá Fótbóltsvenjarafelagnum vóru gestir hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum í dag fyri at umrøða venjaraútbúgvingar, krøv til venjingar, setanartreytir hjá venjarum, og annars hvussu støðan er hjá føroysku venjarunum.

 

Hetta vikuskiftið fer VFF Kup eisini av bakkastokki. Talan er um eina venjingardystar-kapping, ið fótbóltsvenjarafelagið skipar fyri.

 

HER  ber til at hoyra sendingina. 

 

Venjarafelagið legði í dag hetta tíðindaskrivi á heimasíðuna:

 

Venjaraútbúgvingin verður vird

 

Venjarafelagið hevur fleiri ferðir víst á, at tað er alt ”ov lætt” at kunna gerast venjari í Føroyum, tá samfelagið annars krevur eina ella aðra útbúgving til øll onnur størv. Venjarafelag Føroya fegnast tískil um góðu gongdina síðstu tíðina, sum greitt vísir, at bæði FSF og feløgini taka egnu útbúgving í nógv størri álvara.

 

Venjarafelagið og FSF hava í eina tíð havt eitt gott og gevandi samskifti um venjaraspurningin. Høvuðsstríðsmálið hevur verið sokallaði ”pappírsvenjarin” ella venjarin, sum stendur á pappírinum, men ikki hevur verið tað í verki. Her tykist tíbetur broyting at vera komin í.

 

Fótbóltssamband Føroya fór annars miðskeiðis í 1980-unum undir miðvísa útbúgving til føroyskar venjarar. Í tøttum samstarvi við DBU varð útbúgvingin lyft upp á eitt høgt støði frá byrjan av, tí hevur tað kenst hugstoytt, at fleiri føroysk feløg hava valt aðrar loysnir seinnu árini.

 

Frá tí, at tú sum venjari setir tær fyri at taka útbúgving ganga minst tvey ár, áðrenn tú ert B-venjari, síðani ganga tvey ár afturat, áðrenn tú kanst kalla teg A-venjari. Harumframt er møguligt at taka yvirbygnaðin sum PRO-venjari. Ein føroyskur venjari hevur sostatt eina langa útbúgving í viðførinum.

 

Venjarin skal syrgja fyri, at leikarin avrikar best møguligt til eina og hvørja tið.

 

Tað er ein stór uppgáva at vera venjari, tú skalt rúma nógvum og tú hevur fleiri hattar. Venjarin skal vera kønur í spælkunnleika, bóltførleika, kropsligari venjing, sálarligari heilsu og bólkasamansetingum. Venjarin er m.a. lærari, upp

 

Mynd: Tróndur Arge

Mynd: Tróndur Arge