FM1: Fyri einum ári síðani vann U21-landsliðið á Ísrael

(FM1) Endurhoyr málini og hoyr samrøðurnar gjørdar aftaná 3-1 sigurin hjá føroyska U21-landsliðnum á Ísrael 2. september í fjør

Í annaðkvøld klokkan 19.45 byrjar HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Ísrael á Tórsvølli.

 

Fyri júst einum ári síðani vann føroyska U21-landsliðið 3-1 á Ísrael í einum EM-undankappingardysti, ið var leiktur á Svangaskarði. 

 

Hoyr HER Trónd Arge siga frá málunum og dystarendanum í 3-1 sigrinum. Teitur Joensen var viðmerkjari hjá FM1, og hann tók samanum góða sigurin. Hoyr samrøðu við Bagga (Sámal Erik Hentze) um fyrsta sigurin í fyrsta dystinum sum U21-landsliðsvenjari. Hoyr samrøðu við liðskiparan, Bjarna Petersen, og við Pætur Petersen sum bløddi nasablóð undan dystarbyrjan, og tí misti næstan alla upphitingina. Hoyr eisini samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við málskjúttarnar, Mads Mikkelsen, Stefan Radosavljevic og Petur Knudsen.

 

Føroyar – Ísrael 3 – 1 (0 – 1)

0-1: Tomer Yosefi 35.

1-1: Mads Mikkelsen 52.

2-1: Stefan Radosavljevic 77.

3-1: Petur Knudsen 83.

 

Føroyar: Rói Mørk Hentze – Ari Olsen, Samuel Johansen Chukwudi, Bjarni Petersen, liðformaður, Hanus Sørensen (Andri Benjaminsen, 68.) – Magnus Holm Jacobsen, Stefan Radosavljevic, Petur Knudsen (Arnbjørn Svensson, 84.) – Pætur J. Petersen, Jonn Johannesen (Stefan Løkin, 67.), Mads Mikkelsen (Lukas Giessing, 58.). Venjari: Sámal Erik Hentze.