FM1: Ígjár tippaði Ári umdyst og 25-25 áðrenn H71 vann við einum

(FM1) Dugnaligi og royndi málverjin hjá H71, Ári E. Dam tippaði so snórabeint í hondbóltssendingini á FM1 ígjár

##med2##

Er tað torført at tippa eitt úrslit í fótbólti, so er tað mangar ferðir torførari at tippa eitt nágreiniligt úrslit í hondbólti. Somikið flottari er tað tá onkur megnar at tippa rætta úrslitið av einum hondbóltsdysti, enntá eftir longda leiktíð. 

- Tað verður umdystur, og tað verður mitt í tjúgunum (also 25-25), og so vinna vit við einum máli.

Júst hetta segði og tippaði dugnaligi og royndi málverjin hjá H71, Ári E. Dam í hondbóltssendingini á FM1 ígjár.

Og tað bleiv júst so. Faxe Kondi steypafinalan millum H71 og Neistan fór í longda leiktíð, tað var "mitt í tjúgunum" - also 25-25 - og so vann H71 við einum máli 26-25.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at endurhoyra tippið hjá Ára E. Dam, ið nú er legendariskt í føroyskari hondbóltssøgu. 

HER  ber til at hoyra dystarendan av mansfinaluni og samrøðurnar reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við 10 spælarar og venjaran hjá H71. 

(Tá Ári E. Dam tippaði so snórabeint á FM1 dagin fyri steypafinaluna)