HB vann seinnapartin áttanda dystin á rað í Betrideildini tá teir við fimm málum, ið vóru skotin uppá 34 minuttir vunnu stórsigur 5-0 á 07 Vestur. HB kann enn vinna silvurkrónurnar um úrslitini hjá Víkingi eisini laga seg. Millum HB-viðhaldsfólk er eisini spenningur um Mikkel Dahl sum skoraði tvey mál í dag, og sum hevur skorað 26 mál í Betrideildini hetta kappingarárið kann skriva søgu við at skjóta flest mál í einum kappingarári. Tað gerst Mikkel Dahl um hann skorar tvey mál móti ÍF í tí seinasta dystinum á ovara vølli í Gundadali komandi leygardag. Gamla metið eigur Klæmint A. Olsen frá 2019 við 27 málum.
07 Vestur – HB 0-5 (0-4)
0-1: Mikkel Dahl (10.)
0-2: Jákup L. Thomsen (30.)
0-3: Adrian Justinussen (36.)
0-4: Jákup L. Thomsen (37.)
0-5: Mikkel Dahl (48.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við Martin Tausen hjá 07 Vestur og Teitur M. Gestsson hjá HB.
Báðir kundu staðfesta, at við støðuna 0-5 tá 48 minuttir trekti 07 Vestur seg longur aftur á vøllin fyri at bøta um skaðan. Martin Tausen staðfestir eitt slakt avrik í dag, men hann minnir á, at tað var ímóti einum sera sterkum liði. Teitur M. Gestsson sigur, at tað hevur týdning fyri HB at halda fast í sigursgongdini, og førir tað eitt silvurheiðursmerki við sær er tað ikki verri.