##med2##
Arnbjørn Theodor Hansen er stórur í søguni hjá EB/Streymi, og í kvøld sementeraði hann hendan sannleikan við at gerast næstbesti málskjúttin í søguni hjá bestu føroysk fótbóltsdeildini.
Tá 77 minuttir vóru farnir av dystinum millum EB/Streym og ÍF við Margáir í Streymnesi í kvøld skoraði Arnbjørn Hansen einasta málið í dystinum. Rói H. Olsen, sum tíggju minuttir frammanundan varð skiftur inn á miðvallarpláss í høgru, legði neyvt til handara stólpa, og har stakk Arnbjørn Hansen seg fram og stýrdi bóltin dygst inn við stólpan.
Klæmint A. Olsen er toppskjútti við 195 málum. Arnbjørn Hansen hevur skotið 154 mál, og Jákup á Borg hevur skotið 153 mál.
EB/Streymur – ÍF 1-0 (0-0)
1-0: Arnbjørn Hansen 77.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá sigursmálinum Arnbjørn Hansen skoraði móti ÍF í kvøld. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Arnbjørn Hansen aftaná dystin. Arnbjørn er glaður fyri at hava yvirhálað Jákup á Borg á tí søguliga toppskjúttaralistanum. Nú ætlar hann, ið hvussu er at dríva á seinastu dystirnar av kappingarárinum, og kanska leggja okkurt mál aftrat teimum 154 málunum hann hevur skotið higartil.
3) Hoyr Teit Joensen taka samanum dystin, og lýsa Arnbjørn sum spælara. Teitur heldur, at í føroysku kappingini hevur Arnbjørn verið ein framúr góður áleypari.
HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við liðskiparan hjá ÍF, Jan Ó. Ellingsgaard.