##med2##
NSÍ er víðari til fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið aftaná 2-1 sigur á KÍ við Djúpumýru í Klaksvík. KÍ legði hart út og kom á odda við máli hjá Páll A. Klettskarð longu aftaná átta minuttirs spæl.
NSÍ mentist tó, og tá ein tími var farin av dystinum eydnaðist tað Klæmint A. Olsen í góðum samstarvi við Petur Knudsen at javna til 1-1. Longd leiktíð lá og lúrdi, men í 91. minutti vann Petur Knudsen NSÍ eitt brotsspark, ið Klæmint sendi í netið til 2-1. Í fjórðingsfinaluni møtir NSÍ 07 Vestur á heimavølli. Dysturin verður spældur 30. mai.
KÍ-NSÍ 1-2 (1-0)
1-0 Páll A. Klettskarð (8.)
1-1 Klæmint A. Olsen (59.)
1-2 Klæmint A. Olsen br. (90 + 2.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Tróndur Arge segði frá málunum, ið komu í dystinum. Viðmerkjari hjá FM1 var Hjalgrím Elttør.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Klæmint A. Olsen aftaná dystin. Klæmint heldur, at KÍ var betra liðið fyrstu løtuna, men hetta fingu hann og liðfelagarnir bøtt væl og virðiliga um. Klæmint bjóðaði Petur Knudsen at taka brotssparkið, men Petur vildi heldur, at royndi liðformaðurin tók brotssparkið.
3) Hoyr stuttu samanumtøkuna hjá Hjalgrími Elttør, ið staðfestir eitt gott avrik hjá NSÍ, men samstundis eitt stórt vónbrot hjá KÍ aftur at fara so tíðliga úr kappingini annað árið á rað.