FM1: Hoyr málini og samanumtøku Føroyar-Moldova 2-1 (0-0)

(FM1) Hoyr Trónd Arge og Jens Martin Knudsen taka samanum ein kærkomnan føroyskan sigur

##med2##

 

Føroyar vunnu í kvøld ein sera týdningarmiklan sigur á Moldova. Aftaná 2-1 sigurin á Moldova hava vit nú fýra stig í undanbólki F. Vit eru bert trý stig aftanfyri Eysturríki, ið kemur á vitjan 9. oktober.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 og Jens Martin Knudsen, viðmerkjara siga frá teimum trimum málunum og dystarendanum.

 

2) Hoyr Trónd og Jens Martin taka samanum eitt samanumtikið gott avrik og trý sera kærkomin stig. Avrikini í tveimum teimum seinastu dystunum gevur vón um, at Føroyar kunnu knógva fleiri stig heim í teimum komandi heimadystunum móti Eysturríki og Skotlandi. 

 

Føroyar – Moldova 2-1 (0-0)

 

1-0: Klæmint A. Olsen 67.

 

2-0: Heini Vatnsdal 71.

 

2-1: Milinceanu 84.

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson Sørensen, Heini Vatnsdal, Odmar Færø (Jákup B. Andreasen, 65.), Daniel Johansen – Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen (Hørður H. Askham, 86.), Meinhard E. Olsen (Jóan Símun Edmundsson, 65.) – Klæmint A. Olsen (Andreas Lava Olsen, 86.)

 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Petur Asbjørn Lervig hevði við føroysku málskjúttarnar, Klæmint A. Olsen og Heina Vatnsdal. 

 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við landsliðsvenjaran, Håkan Ericsson. 

 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Teitur Matras Gestsson, Brandur H. Olsen og Sølva Vatnhamar.