Læt lív eftir hávaálop

Sagt verður, at hetta er fyrsta deyðiliga hávaálopið í vestara parti Avstralia síðan mars í fjør

 

Ein 38 ára gamal maður í Avstralia varð í morgun álopin av einum fimm metrar longum hvíthávi.

 

Hendingin fór fram við Rottnest Island við vesturstrondini av Avstralia.

 

Tað veit tíðindastovan AFP at siga at siga frá avstralsku myndugleikunum í morgun.

 

Eftir álopið varð maðurin flogin á sjúkrahús, men hann doyði av løstunum.

 

Tað upplýsir sjúkraflutningstænastan í Perth.

 

Stutt fyri hávaálopið sóu fólk ein stóran hvítháv einar 80 metrar út fyri strondini, veit Surf Life Saving WA at siga.

 

Sagt verður, at hetta er fyrsta deyðiliga hávaálopið í vestara parti Avstralia síðan mars í fjør.