Blaðungar kvinnur funnar deyðar á sjónum í Onglandi

- Hetta er ein hjartaskerandi hending, og tankarnir eru hjá teimum avvarðandi, sigur løgregluleiðarin í Sussex, Adam Hays

Sambært bretskum miðlum eru tríggjar ungar kvinnur funnar deyðar á sjónum í Onglandi.

 

Kvinnurnar, sum allar vóru um 20 ára aldur, vóru fult ílætnar, tá tær vórðu funnar út fyri Brighton mikudagin.

 

Løgreglan í Sussex sigur sambært The Independent, at tey fóru á staðið, tí tey fingu boð um, at ein persónur lá í sjónum klokkan 05.45 henda morgunin.

 

Seinni vórðu tríggjar kvinnur funnar á sjónum í økinum. Bæði vaktartænasta og bjargingarlið úr økinum vóru við í átakinum. 

 

Daily Mail veit at siga, at kvinnurnar vóru blaðungar. Onkur var undir 20, og onkur tíðliga í 20-unum.

 

Ein kelda, sum starvast hjá vaktartænastuni, skal hava sagt við bretsku ávísina, at kvinnurnar vóru fult ílætnar, tá tær vórðu fingnar upp úr sjónum.

 

- Hetta er ein hjartaskerandi hending, og tankarnir eru hjá teimum avvarðandi, sigur løgregluleiðarin í Sussex, Adam Hays.

 

Hann vísir á, at løgreglan kannar allar møguleikar og leggur aftrat, at tey framvegis royna at savna saman prógv í málinum.

 

Løgreglan kannar, hvussu tær tríggjar kundu enda í sjónum og doyggja, men fyribils bendir einki á, at nakað kriminelt er hent ungu kvinnunum.

 

##med2##

 

 

 

Miðlar fáa kunning um skakandi hending, har tríggjar ungar kvinnur eru funnar deyðar út fyri Brighton