Meistaradeildin kvinnur: KÍ og HB vunnu greiðar sigrar

Oddastríðið stendur millum KÍ og HB

Sólja Ernstdóttir legði KÍ á odda 1-0

Tveir dystir eru í dag leiktir í Meistaradeildini hjá kvinnum. 

 

Í Sarpugerði í Norðragøtu vann KÍ 4-0 á Víkingi. Longu í øðrum minutti legði Sólja Ernstdóttir KÍ á odda, og í seinna hálvleiki økti KÍ við trimum málum.

 

HB vann 3-0 á B36 í grannauppgerðini í Gundadali.

 

KÍ og HB eru fremst í deildini við 19 stigum hvør. Víkingur hevur 12 stig, NSÍ hevur níggju stig, Skála ÍF hevur seks stig, B36 hevur trý stig, og 07 Vestur er aftast við ongum stigi.

 

Víkingur-KÍ 0-4 (0-1)

 

0-1 Sólja Ernstdóttir (2.)

 

0-2 Malena Olsen (48.)

 

0-3 Tórunn Joensen (65.)

 

0-4 Durita Hummeland (76.)

 

HB-B36 3-0 (1-0)

 

1-0 Fríða Jakobsen (45.+)

 

2-0 Elin Maria Isaksen (86.)

 

3-0 Julia Naomi Mortensen (88.)

 

Kelda: dystir.fo 

 

Sólja Ernstdóttir legði KÍ á odda 1-0