– Tit liggja jú mitt í GIUK holinum, sum er rættiliga kritiskt og krevur eftirlit við russiskum kavbátum og skipum, sum sigla hendanvegin, sigur amerikanski sendiharrin í Danmark, Ken Howery, sum júst hevur vitjað í Føroyum. Tað sigur hann í samrøðu við Sosialin.
Tað var um dýrabiðidagshalguna, at nýggi amerikanski ambassadørurin í Danmark, Ken Howery, vitjaði.
Hetta var fyrsta vitjan hansara í Føroyum. Men hann kendi væl Føroyar, tí hann hevði hoyrt nógv um Føroyar, áðrenn hann kom higar á vitjan, sigur hann.
Spurdur hvørji áhugamál stjórnin hjá Donald Trump hevur við Føroyum og økinum kring Føroyar, svarar hann:
– Stjórnin hevur fokus á trygdina í Norðuratlantshavi. Føroyar liggja sera sentralt her, og tað hevur týdning fyri USA. Hetta kom eisini til sjóndar undir fyrra forsetaskeiðinum hjá Donald Trump, sigur Ken Howery.
– Tit liggja jú mitt í GIUK holinum, sum er rættiliga kritiskt fyri alt. Fyri eftirlitið við russiskum kavbátum, so tað er eingin ivi um, at hetta er sera týdningarmikið.
Hugtakið »GIUK-Gap« er ein stytting av enska hugtakinum »Greenland-Iceland-UK gap« – økið millum Grønland, Ísland og Bretland, og har Føroyar eisini eru, sum í trygdarhøpi er eitt »hol«, millum annað tí at eingin eftirlitsradari er í Føroyum, sum kann fylgja við tí, ið fyriferst í økinum.
Hugtakið verður ofta brúkt í hernaðarligastrategiskum høpi, og tað fevnir um tað geografiska økið millum Grønland, Ísland og Bretland, sum søguliga hevur verið ein strategiskur fløskuhálsur hjá hernaðarligum vøldum. Í dag verður alsamt meira dentur lagdur á strategiska týdningin av økinum av teimum ráðandi politisku og hernaðarligu aktørunum í økinum.
Amerikanski sendiharrin vitjaði eisini á Sornfelli, har nýggjur radari í næstum skal setast upp.
– Eg eri sera fegin um, at nýggi radarin verður gjørdur saman við einum amerikanskum felag, Lockheed Martin. Tað er deiligt at síggja »US-Faroese partnership« – saman við Danmark eisini. Hann verður skjótt uppsettur, og tað er gott at síggja tað við egnum eygum, segði amerikanski sendiharrin í Danmark millum annað í drúgvu samrøðuni við Sosialin.
Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##



















