Serframsýning við Jógvan Asbjørn Skaale

Í dag letur serframsýning upp í Gallarí Havnará við oljutekningum eftir Jógvan Asbjørn Skaale, sála

Jógvan Asbjørn andaðist í august 2020, og hevur prýtt veggirnar við Havnará fleiri ferðir, við sínum eyðkendu málningum og tekningum.

Hann gjørdist veruliga eitt kent andlit fyri flestar føroyingar, tá hann í 80’ununum í Sjónvarpsfelagnum og síðan sum stjóri í Sjónvarpi Føroya, kom út í allar stovur í Føroyum.

Men eftir, at hann gavst sum stjóri í Sjónvarpinum í 1993, gjørdist hann veruliga virkin sum listamaður. Men listin hevði verið partur av lívi hansara frá barnsbeini.

Tað tók veruliga dik á seg, tá hann 14 ára gamal slapp á málaraskeið í realskúlanum og mamman gav honum 100 kr. at keypa oljumáling og lørift fyri.

Men tað var serliga frá miðskeiðis í nítiárunum, at framsýningarnar gjørdust fleiri og málningarnir nógv fleiri.

Myndamotivini vóru nógv og ymisk, men tað vóru kvinnumyndirnar, ið gjørdust hansara eyðkenni.

Í samrøðu við Suna Merkisstein í 2014 segði Jógvan Asbjørn, at hann tá var farin at bert mála kvinnumyndir. Tí hóast hann hevði arbeitt nógv við landsløgum og øðrum, so kendi hann ikki, at hann kláraði tað betri enn teir gomlu stóru málararnir gjørdu. Teir høvdu longu málað føroyska landslagið so ofta, at tað nýttist hann ikki. Tí hevði hann valt at gera kvinnuna til sítt landslag.

Framsýningi er opin:

Leygardag 16. mai til og við hósdag 21. mai frá kl. 16-18 allar dagar.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##