FM1: Hoyr minniligu Landskrona-sendingina her

(FM1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Tróndur Arge í Perluni í Tórsgøtu í Havn fyrr í dag fekk Landskrona-hetjurnar at seta orð á minniliga dystin fyri 30 árum síðani

Tróndur Arge hjá FM1 hitti gomlu Landskrona-hetjurnar í Perluni í Tórsgøtu í Havn seinnapartin í dag.

Meðan gomlu landsliðshetjurnar hugdu eftir øllum dystinum tosaði Tróndur Arge við umframt SVF-frásøgumannin í 1990, Árna Gregersen - nú tíðindamaður hjá FM1 - eisini við: Jens Martin Knudsen, Jóannes Jakobsen, Julian Hansen, Abraham Løkin (í 1990 Hansen), Allan Mørkøre, Tummas Eli Hansen, Jan Dam, Kári Reynheim, Kaj Leo Holm Johannesen, Gunnar Mohr, Magna Jarnskor og Jens Erik Rasmussen. Allar spennandi og avgerandi støðurnar vóru viðgjørdar, og tikið var samanum dystin aftaná. Tróndur Arge prátaði eisini við ein av altjóða undangongumonnunum hjá FSF, Jens Erik Magnussen, og við Magna Arge, annan av frásøgumonnunum hjá Útvarpi Føroya í 1990.

Heri Simonsen ringdi til Kurt Mørkøre í Noregi. Í hálvleikinum hoyrdist eisini ein samrøða Heri Simonsen gjørdi við eysturríkska landsliðsvenjaran í 1990, Josef Hickersberger. Tann samrøðan varð gjørd tá eysturríkska landsliðið vitjaði her í 2013. 

Til ber at hoyra minniligu sendingina  HER