FM1: Jonhard Hansen vitjar HM-radio fríggjamorgunin

HM-radio verður beinleiðis á FM1 fríggjamorgunin frá klokkan 11.05

Áhugin fyri HM-endaspælinum í fótbólti er stórur, og fyrrapartin í morgin leggur enn ein stór fótbóltspersónligheit leiðina framvið studio í FM1.

 

Klokkan 11.05 verður kenda eldsálin í NSÍ og studioverturin hjá radio.fo, Jonhard Hansen gestur hjá Petur Jákupi Heinesen og Rúna á Reynatrøð, tá sendingin HM-radio verður á skránni.

 

Lurtararnir kunnu taka lut í sendingini við at senda viðmerkingar og spurningar til sms-skipanina, ið hevur nummar 559999.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo