##med2##
KÍF tók eitt stórt stig móti FM-finalunum í meistaradeildini í flogbólti hjá kvinnum við einum 3-2 sigri á Fleyr í høllini á Hálsi í Havn. KÍF var aftanfyri 1-2 í settum, og kollafjarðakvinnur høvdu eisini dystarbóltar móti sær í fimta og avgerandi settinum, men tær riðu stormin av og tryggjaðu sær tvey týðandi stig.
Mjølnir er nú oddalið við 25 stigum. KÍF er nummar tvey við 22 stigum. Dráttur hevur 19 stig og Fleyr hevur 16 stig. SÍ hevur 13 stig og TB er aftast við fýra stigum.
Fleyr-KÍF 2-3 (25-19, 23-25, 25-23, 21-25, og 16-18)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Óli G. Samuelsen, frásøgumaður hjá FM1 sigur frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum.
2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Guðruna Joensen hjá KÍF og Súsonnu S. Ludvig hjá Fleyr. Guðrun gleddist um sigurin, men fanst harðliga at dømingini. Súsanna sum er komin aftur av langari uttanlandsferð iðraði seg um, at Fleyr ikki fekk meir burturúr dystinum í kvøld.