FM1: KÍ helt TB frá at skapa somikið sum ein stóran málmøguleika

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen og John Villi Wøldike hjá TB seta orð á greiða 4-0 sigurin hjá KÍ

##med2##

 

KÍ er ikki til at steðga. Aftaná 13 dystir hava teir vunnið 12 dystir og spælt ein javnan. Teir hava 37 stig, hava skorað 55 mál, og so hava teir bara latið fýra mál inn í hesum 13 dystunum. 

 

Í dag stóð TB fyri skotum við Djúpumýru. KÍ vann greiðan 4-0 sigur, og TB sum stríddist væl megnaði ikki at skapa somikið sum ein stóran málmøguleika. Stóra hæddarpunktið fyri heimafólkið í dag var, at lítlibeiggi liðskiparan, David B. Andreasen skoraði eitt framúr vakurt mál til 4-0. 

 

KÍ – TB 4-0 (2-0)

 

1-0: Jóannes Bjartalíð (7.)

 

2-0: Bob Sumareh (23.)

 

3-0: Jákup B. Andreasen (59.)

 

4-0: David B. Andreasen (82.)

 

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen fegnast um góða avrikið og tað, at mótstøðuliðið var hildið burtur frá at skapa nakran stóran málmøguleika. Fyri Mikkjal var tað eisini ein stór løta, at Davdi B. Andreasen fekk markerað seg við einum vøkrum máli. Mikkjal mintist aftur á 2015 tá stóribeiggin, Jákup B. Andreasen skoraði sítt fyrsta mál fyri besta liðið hjá KÍ. 

 

John Villi L. Wøldike ásannar, at mótstøðan var gróthørð í dag, og tað er vónbrot fyri TB, at teir ikki megnaðu at skapa nakran stóran málmøguleika. Tó fegnast John Villi um, at TB-arnir stríddust væl. 

 

 

 

(Samrøður: Mikkjal Thomassen og John Villi Wøldike)