FM1: Klaksvíkingar vunnu áttanda sigurin á rað

(FM1) Hoyr hjálparvenjara hjá KÍ og liðskiparan hjá AB seta orð á 4-1 sigurin hjá KÍ

##med2##

 

KÍ heldur bara áfram við at vinna dystir í Betrideildini. Fyrr í ár vunnu teir 10 dystir á rað áðrenn teir mistu fyrstu stigini við at spæla javnleik 0-0 móti Víkingi á útivølli. Við 4-1 sigrinum á AB við Djúpumýru í dag hevur KÍ vunnið átta dystir á rað í Betrideildini. Hóskvøldið klokkan 18.30 kunnu teir leggja aftrat sigursrøðini í tí útsetta dystinum móti B36 við Djúpumýru. 

 

KÍ – AB 4-1 (2-0)

 

1-0: Jóannes Bjartalíð (5.)

 

2-0: Jóannes Bjartalíð br. (33.)

 

2-1: Teitur D. Olsen (47.) 

 

3-1: Jóannes Bjartalíð (63.)

 

4-1: Jonn Johannesen (90. + 1)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við hjálparvenjaran hjá KÍ, Sjúrður Jacobsen og liðskiparan hjá AB, Jákup Paula Breckmann. 

 

Sjúrður heldur, at talan er um eitt gott avrik, og hann fegnast serliga um Jóannes Bjartalíð, ið skoraði reint hattrick í dag. 

 

Jákup Pauli heldur, at avrikið hjá AB í fyrra hálvleiki var slakt. Í seinna hálvleiki byrjaði tað væl við einum máli, men aftaná triðja málið hjá Jóannesi Bjartalíð gjørdist mótbrekkan brøtt aftur. 

 

 

 

Samrøður: Sjúrður Jacobsen og Jákup Pauli Breckmann um KÍ-AB 4-1 (2-0)

Samrøður: Sjúrður Jacobsen og Jákup Pauli Breckmann um KÍ-AB 4-1 (2-0)