FM1: Landsliðsavrik og dómarakritikkur í Fótbóltspanelinum

(FM1) Teitur Joensen, fótbóltsviðmerkjari var gestur hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 í dag

##med2##

Teitur Joensen, fótbóltsviðmerkjari var gestur hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin.

Evnini vóru avrikini hjá landsliðnum móti Danmark, Lettlandi og Andorra, og hvussu nógv venjarar, í hesum førinum Jákup á Borg kunnu loyva sær at finnast at fótbóltsdómarum uttan at fáa bann til dystir.

Í sendingini hoyrdu lurtararnir atfinningarnar Jákup á Borg hevði um dømingarnar í dystinum B36-HB 1-2, har Jákup var rættiliga atfinningarsamur móti summum avgerðum hjá Kára á Høvdanum. Teitur Joensen heldur ikki, at útsøgnirnar hjá Jákupi áttu at útloyst eitt bann til dystin móti TB á Tórsvølli í morgin. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina.

(Fótbóltspanelið 16. oktober)