##med2##
ÍF mátti býta um vøll við NSÍ í dag, og var fyri fyrsta tapinum í Betrideildini í ár tá liðið sum bleiv heimalið orsaka av kavarúgvuni í Fløtugerði í Fuglafirði, NSÍ vann 3-0 við Løkin í Runavík.
NSÍ – ÍF 3-0 (1-0)
1-0: Klæmint A. Olsen, br. 26
2-0: Petur Knudsen 63.
3-0: Jacob Trenskow 73.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðu við høvuðsvenjarin hjá ÍF, Ólavur Larsen.
2) Hoyr samrøðu við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen.
Ólavur heldur, at úrslitið sigur ikki sannleikan um avrikið hjá ÍF. Ólavur heldur, at ÍF var betra liðið í fyrra hálvleiki og átti eisini eitt brotsspark, men tá NSÍ fyrst kom á odda broyttist dysturin har NSÍ kundi dúva uppá skjótálop.
Klæmint heldur, at ÍF var betri við í fyrra hálvleiki, og okkurt talaði fyri, at ÍF eisini átti brotsspark, men Klæmint heldur, at talan var um ein uppibornan sigur til NSÍ tá samanum kom.