FM1: Ólavur heldur fegnari enn Jákup Martin

(FM1) Hoyr høvuðsvenjararnar, Jákup Martin Joensen hjá EB/Streymi og Ólavur Larsen hjá ÍF seta orð á 1-1 javnleikin millum liðini í Hólmanum á Eiði

##med2##

Tað endaði 1-1 millum EB/Streym og ÍF í Hólmanum á Eiði. 

Í fyrra hálvleiki legði toppskjúttin í Betrideildini 2020 Uros Stojanov á odda 1-0 seks minuttir undan steðginum. 

Ronnie Møller Iversen til javnaði 1-1 tá níggju minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Men sami Ronnie Møller Iversen brendi eitt brotsspark í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat, og so mátti EB/Streymur taka til takkar við einum stigi.

EB/Streymur-ÍF 1-1 (0-1)

0-1 Uros Stojanov (39.)

1-1 Ronnie Møller Iversen (81.)

HER ber til at hoyra Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá hæddarpunktunum.

Aftaná dystin fekk Tróndur Arge orðið á høvuðsvenjararnar, Jákup Martin Joensen hjá EB/Streymi og Ólavur Larsen hjá ÍF.

Jákup Martin var sera væl nøgdur við leikliga avrikið hjá EB/Streymi, og hann heldur avgjørt, at EB/Streymur var betra liðið minst 70 minuttir av dystinum. Men Jákup Martin iðrar seg um, at sigurin ikki var vunnin heim í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

Ólavur var lættur um at sleppa av Eiði við einum stigi, tí móti endanum mundi ÍF mist alt. Hann er glaður um, at verjuavrikið hjá ÍF var gott. Ungi málverjin átti sína skuld í, at Ronnie Møller Iversen javnaði til 1-1 fyri EB/Streym, men Ólavur minnir á, at Jákup Nolsøe Olsen er ein ungur málverji, ið fer at læra av sínum mistøkum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Jákup Martin Joensen og við Ólav Larsen. 

##med3##

(Samrøður: Jákup Martin Joensen og Ólavur Larsen 6. mars 2021)