FM1: Legendariskir ítróttarfrásøgumenn í Rásarúminum

(FM1) Jógvan og Magni Arge mannaðu fótbóltspanelið á FM1 seinnapartin. Hoyr sendingina her

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina Fótbóltspanelið sum var á FM1 seinnapartin.

 

Gestir í dag vóru brøðurnir Jógvan og Magni Arge, ið eru legendariskir ítróttarfrásøgumen í føroyskari útvarpssøgu.

 

Jógvan og Magni mintust aftur á hvussu tað var fyrstu ferð teir søgdu frá, og teir numu við nakrar av teimum mest minniligu hendingunum innan føroyskan ítrótt sum teir hava sagt frá í Útvarpi Føroya í hinari øldini.

 

Nomið var eisini við frásagnarkonseptið sum teir mentu í 1970-unum. Eitt konsept sum FM1 brúkar sunnudagar, ið er at hava tveir frásøgumenn til hvør sín fótbóltsdyst ein sunnudag seinnapart til dystir í bestu fótbóltsdeildini.

 

Tikið var eisini samanum júst lidnu Nations League kappingina, og um hvørjar vónir Jógvan og Magni hava til komandi EM-undankapping hjá føroyska fótbóltslandsliðnum.