FM1: Mál nummar 153 hjá Arnbirni og søtur sigur

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi staðfestir søtan sigur, og staðfestir eisini, at Arnbjørn Hansen fer at yvirhála Jákup á Borg á søguliga toppskjútta-listanum

##med2##

- Hesin sigurin smakkar okkum væl. Hetta staðfestir høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen aftaná góða 3-1 sigurin á Skála á útivølli. EB/Streymur hevur nú 10 stig og hevur níggju stig niður til Skála á aftasta plássi. Serliga fegin kann Jákup Martin vera um seinna hálvleik, har EB/Streymur var greitt omaná og kom til nógvar málmøguleikar.

Skála – EB/Streymur 1-3 (1-1)

0-1: Arnbjørn Hansen (5.)

1-1: Poul Kallsberg (25.)

1-2: Gutti Dahl-Olsen (55.)

1-3: Tóki Johannesen (90+)

Klæmint A. Olsen hjá NSÍ er søguligur toppskjútti í bestu føroysku fótbóltsdeildini við 195 málum. Nú liggja Arnbjørn Hansen og Jákup á Borg á einum deildum øðrum plássi við 153 málum hvør.

Jákup Martin Joensen er ikki í iva um, at Arnbjørn Hansen fer framum Jákup á Borg á søguliga listanum longu í ár.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 hevði við Jákup Martin Joensen. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við liðskiparan hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen. 

 

(Samrøða: Jákup Martin Joensen)