FM1: Mathias ætlar at KÍ skal gera tað betri í Europa og í steypakappingini

(FM1) Hoyr telefonsamrøðu við ársins málverja, Mathias Rosenørn hjá KÍ

##med2##

 

Tíverri sveik tøknin tá Trónd Arge gjørdi beinleiðis samrøðu við ársins málverja hjá kvinnum, Óluvu A. Joensen hjá KÍ.

 

Samrøða er tøk við ársins málverja hjá monnum, Mathias Rosenørn hjá KÍ sum ikki var hjástaddur til Galla á Parnassinum á Hotel Hafnia í kvøld. 

 

Í telefonsamrøðu við FM1 sigur Mathias Rosenørn, at úrslitaliga hevur hann ikki havt eina betri og sterkari verju frammanfyri sær enn verjuna hjá KÍ. 

 

Mathias er fegin um heiðurin at vera ársins málverji, men hann ætlar, at KÍ skal gera tað enn betri næsta ár við eisini at vinna steypakappingina og at koma langt í Evropa.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra telefonsamrøðuna FM1 bandaði við Mathias Rosenørn undan Galla á Parnassinum á Hotel Hafnia.