FM1: Odmar vil halda málið reint

– Vit arbeiða allatíð við at leggja afturat spælinum, sigur Odmar Færø

##med2##

 

Í kvøld klokkan 19.45 spælir føroyska manslandsliðið venjingarlandsdyst móti Liktinstein á Tórsvølli. Hetta er sættu ferð, at vit møta smátjóðini og vit hava vunnið hvørja ferð.

 

Ein av føroysku spælarunum, sum stóð seg væl í dystinum móti Íslandi var miðverjin Odmar Færø. Hann letur væl at verjuspælinum og samanspælinum millum hann, Heina Vatnsdal og Jákup B. Andreasen, ið allir spæla við KÍ.

 

Nú verður arbeitt við at leggja afturat góða spælinum, og samstundis halda málið reint móti Liktenstein. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum í kvøld. FM1 byrjar at senda klokkan 19. Dysturin byrjar klokkan 19.45.

 

##ms##