Vit eru í sættu viku av kappingarárinum í bæði SMS- og Okkaradeildini.
Kappingarárið í ár var serligt, tí at nú fóru føroysku dómararnar at hava eitt eyka kort í lummanum.
Beinleiðis eytt kort gevur ikki longur leikbann í sær sjálvum, men dómararnir hava møguleika at leggja blátt kort afturat, um teir meta at eitt reytt kort skal viðgerast víðari - og tá er møguleiki at geva leikbann.
Nú sætta vikan av kappingarárinum nærkast endanum, eru sjey beinleiðis reyð kortgivin í Okkaradeildini - men einki blátt enn.
Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen hevur verið fastur fúsur við floytuni seinastu árini, men dømir ikki í ár.
FM1 spyr dómara um bláu og reyðu kortini og alt annað um døming í hondbóltstímanum í dag klokkan 15.00
Umframt hetta, verður eisini stutt prátað um hondbóltslandsliðið hjá monnum, ið venur komandi vikuna.
Sum vanligt verður eisini tikið fatur í SMS- og Okkaradeildina, og komandi dystirnir verða tippaðir.
Lurtarar kunnu siga sína hugsan og spyrja spurningar við at senda tekstboð á 559999