FM1: Royndi dómarin úr Leirvík gjørdist ársins dómari

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ársins dómara hjá monnum, Petur Reinert

##med2##

 

Royndi 43 ára gamli dómarin úr Leirvík, Petur Reinert gjørdist ársins dómari hjá monnum. Høgni Madsen, ið ikki var hjástaddur til Galla á Parnassinum á Hotel Hafnia er ársins dómari hjá kvinnum.

 

Í samrøðu við Trónd Arge lat Petur upp fyri, at nú hann er vorðin útbúgvin dómara-instruktørur er tíðin kanska búgvin til, at hann heldur skal fara at útbúgva dómarar enn at døma sjálvur.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra løtuna tá ársins dómarar vóru heiðraðir á Parnassinum á Hotel Hafnia. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Petur Reinert.