FM1: Ársins venjari ætlar at gera tað enn betri í 2021

(FM1) Hoyr samrøður við Ragnu Patawary, ið umboðaði ársins venjara hjá kvinnum, Alexander Djordjevic og ársins venjara hjá monnum, Jens Berthel Askou

##med2##

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Tróndur Arge kunnger Alexander Djordjevic sum ársins venjara hjá kvinnum, og Jens Berthel Askou hjá HB sum ársins venjara hjá monnum.

2) Hoyr samrøðuna Maria Z. Nesá gjørdi við Ragnu Patawary hjá KÍ, ið tók móti heiðrinum vegna Alexander Djordjevic. Ragna slær fast, at Alexander er ein framúr góður venjara, ikki minst taktiskt.

3) Hoyr samrøðuna Maria Z. Nesá gjørdi við Thomas Juul Thomsen, næstformann í HB, ið tók móti heiðrinum vegna Jens Berthel Askou. Thomas Juul staðfestir, at tey í HB kunnu bara fegnast um góða arbeiðið hjá Jens Berthel Askou.

4) Hoyr telefonsamrøðuna FM1 gjørdi við Jens Berthel Askou fyrr í dag, har høvuðsvenjarin hjá HB slær fast, at HB skal verða í einari enn sterkari útgávu til uppgávurnar, ið standa fyri framman í 2021, ikki minst í Champions League undankappingini. 

(Samrøður: Ársins venjarar 2020)