##med2##
##med3##
Petur Zachariassen, vertur hjá FM1 reikaði fyri sendingini "Ferðaradio" á FM1 fyrr í dag.
Petur varpaði eisini ljós á aktørarnir sum gera tað møguligt hjá føroyingum at ferðast uttanlanda, og at senda frakt uttanlands sjóvegis. Eisini frættu lurtararnir frá teimum sum taka móti føroyskum ferðafólkum í Keypmannahavn.
Henny á Líknargøtu, sølustjóri hjá Smyril Line og Jónfinn Simonsen frá Smyril Line Cargo vitjaðu Rásarúmið í Krosslíð í vesturbýnum í Havn fyrr í dag.
Eisini ringdi Petur til Rikke Gransøe Lange frá Admiral Hotel í Keypmannahavn, ið ger nógv burturúr at fáa føroysk ferðafólk á vitjan.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Petur Zachariassen gjørdi við Henny á Líknargøtu, Jónfinn Simonsen og Rikke Gransøe Lange.
HER ber til at hoyra samrøðuna Petur Zachariassen gjørdi við Rógva Mikkelsen frá Hotel Brandan.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Petur Zachariassen gjørdi við Sigmund Signarsson frá RIB 62 og Gunnar Skúvadal frá Skúvadal Ferðum í Vestmanna.