Í sendingini "10´arin" á FM1 fyrrapartin í dag var samrøða við Samuel Johansen Chukwudi, sum hevur skift til Belgiska felagið Royale Union Saint Gilloise.
Royale Union Saint Gilloise er í skrivandi stund oddalið í bestu belgisku deildini.
Í samrøðuni fortelur Samuel Johansen Chukwudi um upp- og niðurtúrarnar hann hevur havt í fótbólti, gjøgnumbrotið og greipan við HB í 2020, og eftir tað keðiligu skaðarnir sum hava argað hann seinastu tíðina.
Ætlanin hjá Samuel er at bíta seg fastan á liðið, og langtíðarætlanin er, at hann um fimm ár kann fara víðari til eitt størri felag, og har er Premier League stóri dreymurin hjá Samuel.
Ragnar Sjúrðarson gjørdi samrøðuna við Samuel Johansen Chukwudi.