FM1 sigur frá HB-KÍ og Víkingur-ÍF klokkan 19 í kvøld

Frásøgumenn hjá FM1 eru Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal. Sendingin byrjar klokkan 18.50

Tríggir dystir í Betrideildini hjá monnum vera leiktir í kvøld, og sigur FM1 beinleiðis frá tveimum dystum.

Oddabrakið millum HB og KÍ á ovara vølli í Gundadali í Havn byrjar klokkan 19, og grannauppgerðin millum Víking og ÍF í Sarpugerði í Norðragøtu byrjar eisini klokkan 19.

FM1 sigur beinleiðis frá hesum báðum dystunum. Frásøgumenn hjá FM1 eru Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal.

Triði dysturin er dysturin millum Skála og TB á Skála. Frá klokkan 18.50 tá sendingin á FM1 byrjar verður fylgt við í gongdini í dystinum á Skála.

Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum trimum dystunum.

Sendingin á FM1 byrjar klokkan 18.50 í kvøld. Øll kunnu hoyra á sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.