FM1 sigur frá NSÍ-HB klokkan 15 og AB-B68 klokkan 19

Tróndur Arge sigur frá hálvfinaluni við Djúpumýru í Klaksvík, og Sjúrður H. Hoydal sigur frá upp- og niðurflytingardystinum á Tórsvølli

Ein stórur fótbóltsdagur verður á FM1 sunnudagin.

Klokkan 15 sigur Tróndur Arge beinleiðis frá hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið millum NSÍ og HB. Vinnarin møtir Víkingi í steypafinaluni, ið verður spæld á Tórsvølli komandi leygardag klokkan 16. NSÍ og HB møtast við Djúpumýru í Klaksvík.

Klokkan 19 sigur Sjúrður H. Hoydal frá upp- og niðurflytingardystinum millum AB og B68, ið verður spældur á Tórsvølli. Heðin Askham verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

Hæddarpunkt og ljóðsamrøður við umboð fyri liðini koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

Øll kunnu hoyra FM1 HER

Beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum verður á in.fo í samstarvi við dystir.fo.