FM1 sigur frá trimum Betrideildardystum hetta vikuskiftið

Sagt verður frá NSÍ-EB/Streymur leygarkvøldið klokkan 19. Sunnudagin verður sagt frá B36-AB og HB-ÍF

Fimm dystir vera leiktir í Betrideildini hjá monnum hetta vikuskiftið.

Leygardagin klokkan 14: TB-KÍ

Leygardagin klokkan 19: NSÍ-EB/Streymur (FM1 sigur frá dystinum)

Sunnudagin klokkan 14: B36-AB (FM1 sigur frá dystinum)

Sunnudagin klokkan 15: Víkingur-Skála (Árni Gregersen verður heimildarmaður á FM1

Sunnudagin klokkan 18.30: HB-ÍF (FM1 sigur frá dystinum)

Petur Asbjørn Lervig sigur frá dystinum við Løkin í Runavík leygarkvøldið klokkan 19, og Tróndur Arge sigur frá dystunum, ið havnarliðini leika á Tórsvølli sunnudagin.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum í samstarvi við dystir.fo.

Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo so hvørt sum dystirnir eru lidnir. 

Øll kunnu hoyra FM1 HER