FM1 sigur frá trimum dystum í vikuskiftinum

Sagt verður frá KÍ-Víkingi fríggjakvøldið klokkan 18, og HB-AB og NSÍ-B36 leygardagin klokkan 15

Hetta vikuskiftið fara frásøgumennirnir hjá FM1, Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge at siga frá trimum dystum í Betrideildini hjá monnum.

 

Fríggjakvøldið klokkan 18 verður sagt frá dystinum millum KÍ og Vìking. KÍ stríðist fyri at hála inn á HB í oddastríðnum, og Vìkingur má vinna fyri at nærkast einum Europa League plássi aftur. FM1 byrjar at senda longu klokkan 15.10 fríggjadagin, tá SportBoxin verður á skránni. 

 

Leygardagin klokkan 15 sigur FM1 frá tveimum dystum. Sagt verður frá dystinum millum HB og AB á ovara vølli í Gundadali í Havn, og frá dystinum millum NSÍ og B36 við Løkin í Runavík. Fylgt verður við og kunnað verður um gongdina í hinum báðum dystunum, Suðringar-EB/Streymur sum byrjar klokkan 15, og Skála-07 Vestur, ið byrjar klokkan 16.

 

Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm Betrideildardystunum. Samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.