FM1 sigur frá Víkingur-EB/Streymur

Dysturin byrjar í kvøld klokkan 19. Frásøgumaður hjá FM1 verður Hilmar Jan Hansen

Víkingur skal spæla í minsta lagi fýra evropeiskar dystir í summar, og tí er dysturin millum Víking og EB/Streym í Sarpugerði í Norðragøtu, ið upprunaliga skuldi verða leiktur 27. juli framskundaður til í kvøld.

 

Dysturin millum Víking, ið er nummar fimm í betrideildini við 26 stigum og EB/Streym, ið er nummar sjey við 17 stigum byrjar klokkan 19 í kvøld. 

 

Hilmar Jan Hansen sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 18.55.

 

Øll kunnu hoyra frásøgnina á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og á FM 98,7.

 

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. Samanumtøka og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni í kvøld.