Summarið verður øðrvísi hjá Víkingi enn tað hevur verið í mong ár. Fyri fyrstu ferð í eitt langt áramál skal Víkingur ikki út í Evropa at kappast, men seinnapartin í dag hevur Vìkingur møguleikan at leggja seg á odda í Betrideildini.
Víkingur sum hevur 32 stig - sama stigatal sum KÍ og NSÍ - tekur móti TB í Sarpugerði í Norðragøtu klokkan 15 seinnapartin í dag.