FM1 sigur frá trimum betrideildardystum sunnudagin

Sagt verður frá KÍ-07 Vestur og B36-ÍF klokkan 15, og HB-EB/Streymur klokkan 18

Bæði B36 og HB hava heimadyst á ovara vølli í Gundadali í morgin, og tað gevur FM1 møguleika at siga beinleiðis frá teimum betrideildardystum í morgin.

 

Klokkan 15 siga Tróndur Arge og Petur Asbjørn Lervig frá dystunum B36-ÍF og KÍ-07 Vestur. Klokkan 18 sigur Tróndur Arge frá dystinum millum HB og EB/Streym.

 

FM1 fer at fylgja gongdini í dystunum NSÍ-TB og Víkingur-B68, og har frætta vit frá heimildarmonnum í hálvleikinum.

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo