(HB-TB 6-0 (4-0) - Hoyr málini, samanumtøku hjá Andrew av Fløtum og samrøðu við Pætur Petersen)
(HB-TB 6-0 (4-0) - Hoyr málini, samanumtøku hjá Andrew av Fløtum og samrøðu við Pætur Petersen)
HB vann stórsigur á TB á ovara vølli í Gundadali í kvøld. Dysturin endaði 6-0 til HB. Longu tá 22 minuttir vóru leiktir var HB á odda 4-0. TB fekk bøtt um aftaná 4-0 málið, og tað var ikki fyrrenn seint í seinna hálvleiki, at HB fekk økt um leiðsluna aftur.
Sigurin merkir, at HB í løtuni er á øðrum plássi í Betrideildini við 27 stigum.
HB - TB 6-0 (4-0)
Mikkel Dahl 1-0 (2.)
Pætur Petersen 2-0 (10.)
Bartal Wardum 3-0 (15.)
Mikkel Dahl 4-0 (22.)
Hilmar Leon Jakobsen 5-0 (80.)
Mikkel Dahl 6-0 (81.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð Hildarson Hoydal siga frá teimum seks málunum HB skoraði í kvøld. Andrew av Fløtum var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr Andrew av Fløtum taka samanum góðu aðalroyndina HB hevði áðrenn liðið fer at ferðast til Albania at spæla undanundankapping í Champions League.
3) Hoyr samrøðu við Pætur Petersen hjá HB, ið fegnast um at vera við aftur aftaná eina skaðafráveru. Pætur viðgongur, at aftaná greiðu leiðsluna í fyrra hálvleiki fór liðið nakað niður í ferð, men hann slær fast, at tað var eisini tí TB stóð seg betur við verjuspælinum.